Sigga - still going strong !
20. Sep. 2010
Nú um dagarnar, høvdu vit ein merkisdag inni á Vest Pack. Tað er nevniliga so,
RSSTíðindasavnTá tað í heyst, stóð leiðsluni á Vest Pack í boðið at keypa Vest Pack, varð avgjørt, saman við øðrum at taka av. Rembingar vóru á marknaðinum, og varðhugi var av, at rákið, sum fyrr í ár var byrjað, at útlenskir framleiðarar av pakkitilfari, rótfestu seg beinleiðis á føroyska marknaðinum, fór at halda fram. Eyðsæð var, at skuldi Vest Pack kunna brynja seg út til øktu kappingina á heimamarknaðinum, og eisini verða ført fyri at økja um útflutningin, varð neyðugt við framskygdum lógvatøkum.
Sum liður í júst hesi ætlan, varð mett skilagott við øktum virksemi við samstarvsfelaga fyri vestan, sum Vest Pack hevur samstarvað við í mong ár. Hetta felag, sum eitur Samhentir-VGI, virkar innan somu vinnugrein, sum Vest Pack, á íslendska marknaðinum. Saman við hesum samstarvsfelaga varð Vest Pack so keypt.
Í kjalarvørrinum av hesum keypi, varð síðan avgjørt at royna at keypa Farpack, sum millum annað innflytir vørur, sum Vest Pack framleiðir. Tað eydnaðist at keypa Farpack, og við tí styrkja um føroysku framleiðsluna av pakkitilfari til føroyska marknaðin. Somuleiðiser tað sjálvsagt, at ígjøgnum økta samstarvið við Samhentir-VGI gerast ótroyttir møguleikar við útflutningi á íslendska marknaðin, munin lættari at troyta.
Vest Pack metir, at við hesum keypi, gerst Vest Pack, enn betri ført fyri at veita kappingarførar prísir, tænastu og veitingartrygd, til føroyska marknaðin - samstundis sum styrkt verður um møguleikarnar fyri øktum útflutningi.
Starvsfólkunum í báðum feløgunum hevur sjálvsagt staðið í boðið at halda fram í nýggja og samanlagda felagnum.
Nevndin fyri bæði feløgini er tann sama, og er mannað við Olav Guttesen, sum nevndarformanni, Áka Olsen, Finn Jørgin Olsen, Bjarna Hrafnson og Jóhann Oddgeirson.
Bæði feløgini vilja nýta høvi at takka viðskiftafólkum sínum, fyri gott samstarv ígjøgnum nógv ár, og vóna við hesum framskygdu lógvatøkum, framvegis at vera ein hollur samtarvsfelagið í komandi tíðum.
Nú um dagarnar, høvdu vit ein merkisdag inni á Vest Pack. Tað er nevniliga so,
RSSTíðindasavnP/f Vest Pack
Fjarðarvegur 10
FO-350 Vestmanna
Tel.: + 298 424107
Fax.: + 298 424509
E-mail: vestpack@vestpack.fo