Sigga - still going strong !
20. Sep. 2010
Nú um dagarnar, høvdu vit ein merkisdag inni á Vest Pack. Tað er nevniliga so,
RSSTíðindasavnNú um dagarnar, høvdu vit ein merkisdag inni á Vest Pack. Tað er nevniliga so, at eitt av starvsfólkunum hevur rundað 30 ára starvsdag. Talan er um Siggu Durhuus, sum má sigast at vera føroyameistari í at gera plastposar! Hon hevur, við sínum nærlagni, latið milliónavís av posum úr hondum, stórum sum smáum, tunnum sum tjúkkum og í øllum ælabogans litum.
Sigga er leiðari í maskinhøllini, sum er deildin, sum ger plastfoliuna um til lidnar posar. Hetta arbeiðið ger hon hegnisliga, við samskipan av øllum framleiðslunum, sum skullu í gjøgnum deildina – soleiðis, at kundin fær sína vøru til ásettu tíðina, í tí góðsku, kundin ynskir, og samstundis so skynsamt fyri virkið, sum yvirhøvur gjørligt.
Eitt, sum sermerkir Siggu, er ferðin – hon er meistari í at finna røttu ferðina á framleiðsluni, uttan at tað gongur útyvir góðskuna og góðskueftirlitið. Hon er ikki ein, “sum loypir av” men tekur fegin sjálv tey tøk, sum takast skullu...eitt nú, tá koyrast má í pausunum – tá er hon ikki sein at traðka til. Og so ferð hon sjálv í pausu, og syrgir síðan fyri, at køkurin aftur er í “seyðahøgum standi” til næsta kaffisteðg :-) ikki kann sigast annað enn, at hon er av góða gamla slagnum!! :-)
Vit á Vest Pack, tað verið seg bæði leiðsla og starvsfelagar annars, vilja takka Siggu so hjartaliga fyri árræði og fyrimyndarligan arbeiðshugburð, við ynskjum um nógv góð starvsár afturat og blíðan byrð í komandi tíðum!
Vinaliga 
Vest Pack
Nú um dagarnar, høvdu vit ein merkisdag inni á Vest Pack. Tað er nevniliga so,
RSSTíðindasavnP/f Vest Pack
Fjarðarvegur 10
FO-350 Vestmanna
Tel.: + 298 424107
Fax.: + 298 424509
E-mail: vestpack@vestpack.fo